Umhvørvisstýrisskipanin er býtt upp í fimm stig. Tey fimm stigini í umhvørvisstýringi verða ofta myndað sum ein sirkul, vísandi til, at arbeiðið verður framt í eini áhaldandi tilgongd.
Tað fyrsta stigið, tá byrjað verður uppá umhvørvisstýring, er at fara undir kortlegging og skráseting. Arbeiðsmannagongdir, orkunýtsla, rávørunýtsla o.s.fr.
Næsta stigið er at hugsa. Skrásetingarnar sjónliggera møguligar umhvørvisstrupulleikar og geva møguleika fyri at meta um, hvar best er at seta inn fyrst og seta sær mál. Arbeiðið framyvir kann málrættast. Umráðandi er at seta sær nøkur fá realistisk mál. Eitt mál kann til dømis vera, at virkið ynskir at minka útlátið av CO2 við 10 %.
So er triðja stigið at gera virkisætlan fyri, hvørji tiltøk skulu til, fyri at náa málinum.
Tá tað er gjørt, er fjórða stigið at fáa virkisætlanina framda í verki.
Og síðsta og fimta stigið er at kanna, um virkisætlanin verður framd. Hava tiltøkini haft ætlaðu ávirkan? Ella skulu tillagingar gerast fyri at náa settu málunum?.
Tá tað er komið runt í sirklinum, verður byrjað umaftur við fyrsta stig, og gongdin heldur fram við at kortleggja, seta nýggj mál o.s.fr.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo